Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað er vánaligt av okkum at takka ja til at lánið fellir burtur, av tí at vit ikki hava funnið olju. Eingin hevur biðið okkum leita eftir olju!

Hví skulu danir lata okkum 500 mió. kr. í neyðhjálp, serliga nú, tá ið tað gongur so avbera væl í Føroyum?

Vit hava enntá lánt peningin ókeypis í 20 ár!

Nei – landskassin eigur at gjalda dønum lánið aftur nú beinanvegin, við “tøkk fyri lán”.

Um vit ikki byrja nú, so verður seinur dagur at vit verða før fyri at standa á egnum beinum.

Sjálvbjargin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo