Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag.
- Mark Zuckerberg

VP spyr

NAVN / NR.FO

Lesarin skrivar

Hatta við flogvøllinum á Glyvursnesi minnir nógv um Argentina og Falklandsoyggjarnar.

Hvørja ferð tað gongur minni væl, ella tað eru stórmál, ið tey leiðandi í Argentina hava trupulleikar við, so leggja tey á borðið trumfkortið, sum skal fáa argentinar at hugsa um okkurt annað: Argentina eigur Las Malvinas, Falklandsoyggjarnar.

Sama er í Tórshavn.

Býráðið megnar ikki at fáa øll kloakviðurskifti í ordan.

Býurin manglar parkeringspláss, og nýggjar innkomuvegir.

Býráðið billar ÍSF inn, at vit eru oyggjaleikaklár, hóast umstøðurnar hjá tennis, golf, skjóting, bogaskjóting, badminton og fjallasúkkling er langt frá kravdum oyggjaleikastøði.

Men man ger, sum stjórnin í Argentina.

Man fær havnarfólk at hugsa um okkurt annað enn trupulleikarnar, og tað, sum býráðið ikki avrikar.

Man rópar: Flogvøll á Glyvursnesi - Los Puerto Aeros Glyvursnes son Tórshavnas -.

Men vit eru fleiri havnarborgarar, sum eru troytt av, at trupulleikarnir ikki verða loystir, og so rópar ein: "Vit eiga Falklandsoyggjarnar (Flogvøllin)".

Havnarborgarar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann