Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Útlendis ítróttur

– Inn ímillum lesi eg tað sum tit skriva, og til tíðir er tað sera skemtiligt. United verður nevnt í samband við leikarar, sum eg ikki kenni, segði Solskjær millum annað á tíðindafundi upp undir Tottenham-dystin sunnudagin.

Ensku miðlarnir gita dúgliga um, hvørjar leikarar United fer at keypa, og verður felagið sett í samband við fleiri miðvallaleikarar.

Til dømis Toby Alderweireld úr Tottenham, Kalidou Koulibaly úr Napoli, Milan Skriniar úr Inter og Kostas Manolas úr Roma, ið verða gittir at gerast fyrstu signeringarnar undir Solskjær.

- Vit diskutera sáttmálar við nakrar av leikarunum sum vit hava, men tað er ikki nakað sum eg fari at tosa um, segði hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo