Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Innlendis ítróttur

Føroysku landsliðsspælararnir eru komnir yvir vónbrotið av úrslitinum á Malta og eru tilreiðar at møta Rumenia í annaðkvøld.

- Tú skalt vera mentalt klárur aftur beinanvegin, og tað haldi eg, vit hava lagt stóran dent á, bæði tá vit hava vant og teir fundirnir, sum vit hava havt. Vit fáa ikki gjørt nakað við tað, sum hendi á Malta, segði Atli Gregersen, liðskiparin á landsliðnum, við Kvf í dag. 

Atli legði aftrat:

- Tað einasta vit kunnu gera er at royna at skriva okkum inn í søgubøkurnar við einum góðum úrsliti her í Cluj. Tað verður øgiliga ringt, tí tað er eitt øgiliga gott lið, sum vit spæla ímóti, men hinvegin hevur tað víst seg, at tá vit hava havt eitt ringt avrik, so kemur ein trodsreaktión, og tað hopa vit allir samlir uppá í morgin.

Sí Kvf innslag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo