Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Minningarorð

Tórshavnar kommuna: Kransar vórðu lagdir við minnisvarðan í Kollafirði seinnapartin í dag, og minnningarhald var aftaná í Missiónshúsinum. Ein av røðarunum var Annika Olsen, borgarstjóri. Annika segði m.a.:

- Vit halda dagin í nógvum bygdum við minningarhaldi við minnisvarðarnar yvir sjólátin. Vit halda eisini minnisgudstænastur í nøkrum av kirkjunum.

- Vit royna at finna lívsvón í felagsskapi, annaðhvørt tað er við ein minnisvarða, eina grøv ella í kirkjuni.

- Allahalgannadag fyri 10 árum síðan var, sum vit hava hoyrt um, eisini minningarhald í Kollafirði, tá minnisvarðin varð avdúkaður í Beitinum við Sjógv í Kollafirði.

- Í tí sambandi var minnisrit gjørt, ið lýsti teir kollfirðingar, sum tá vóru deyðir av vanlukku á sjógvi og á landi. Tá rakk listin líka frá Samuel Poulsen, sum druknaði í 1820 og fram til Óla á Lygnesi, sum hvarv á sjónum í 2001.

---

- Hvat hevur týdning fyri okkum eina tílíka løtu?

- Jógvan Fríðriksson, biskuppur, svarar soleiðis í eini allahalgannarrøðu:

"Minnini, – tey heitu og fjálgu minnini! Tá ið løtan er runnin, eru minnini ein virðismikil ogn. At minnast aftur á tað góða, felags upplivilsir og nærleikan. Tað góða doyr ongantíð og ber signing við sær til ókomin ættarlið. Tað ræður um at lívga minnini um hin deyða, minnini um vanlukkuna, tá ið feigdin gjørdi um seg."

- Í dag minnast vit. Summir fingu eina váta grøv, tí eiga mong ikki ein gravstað at fara til, men vit hava minnisvarðan. Her savnast vit um minnini.

---

- Hetta at søkja sjógvin liggur djúpt í føroyinginum. Vit kenna øll kvæðabrotini úr Orminum Langa hjá sjóvarbóndanum, tá Ólavur Trygvason sum ein annar skipari sigur við dreingirnar:

"Vit skulu sigla tann salta sjógv,
tað havi eg hugsað leingi."

og dreingirnir svara fróir og glaðir:

"Harri, vit skulu tær fylgja;
umenn tú fert í frið ella stríð,
vit óttast ei bratta bylgju."

Paralellurin er eyðsýndur við ungar menn í farnu øld, sum so skjótt teir høvdu fingið prestsins hond á høvdið, bara bíðaðu eftir skipsboðum. Boðini vóru altavgerandi fyri teirra úrtøku, teirra framtíð, teirra lív sum rættir menn og breyðvinnarar.

---

- Vit kenna øll søguna um, hvussu Føroyar broyttust frá at vera eitt bóndasamfelag til at vera eitt ídnaðarsamfelag. Starvið hjá flestu monnum kom at vera á sjónum. Og prísurin var øgiligur.

- Sum dømi kann nevnast, at Jákup Joensen, próstur og seinni varabiskuppur, byrjaði í 1942 at hava gudstænastu í Havnar kirkju til minnis um teir sjólætnu. Tá hann bara eitt ár seinni prædikaði nýggjársdag 1943, vórðu lisin 60 nøvn á sjólætnum sjómonnum upp.

- Í mun til fólkatalið misti ongin tjóð so nógv fólk undir krígnum sum Føroyar. Søgan um teir sjólætnu er í stóran mun eisini søgan um kvinnurnar, sum hóraðu undan hesum truplu umstøðum og uppaldu tað ættarliðið, ið legði lunnar undir okkara vælferð í farnu øld.

---

- Við Sjógv í Kollafirði var tingstaður fyri Norðstreymoy. Tí var eisini ein gálgi niðri í fjøruni úti í Homrum. Sagt var, at tann, sum var dømdur at verða hongdur, kundi bjarga lívinum, um hann megnaði at renna undan løgrættumonnunum inn á Halgannastein (við núverandi bátahyl) og klúgva upp á steinin uttan at verða fangaður.

- Spurningurin er, um tað ikki liggur eitt vet av symbolikki í hesum. Hetta, at møguleikin at yvirliva gjørdist ein kapprenning við lagnuna. Ein seinasti møguleiki at koma sær uppá turt og bjarga lívinum.

- Nógvir føroyingar - og harímillum nógvir kollfirðingar - fingu ein møguleika aftrat. Nógvir megnaðu at sigla undan lagnuni. Summir skáksilgdu millum bumbur og minur øll krígsárini og yvirlivdu. Men aðrir vunnu ikki upp land, og nógvir teirra fingu eina váta grøv.

---

- Frá barnsbeini kenna vit øll sálmin "Gud signi várt fólk, har tað siglir og rør", sum Gudmund Bruun týddi til føroyskt, og sum vit ofta syngja minningardag teirra sjólætnu. Seinasta ørindið sigur soleiðis:

Guð, gev okkum øllum tað landið at ná,
har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá,
tá hirðin sítt fylgi, úr mold og úr bylgju skal savna,
har sorgin um ævir er av,
tí deyður er deyðin, og horvið er hav.

- Har, sum tey eru, ið vit hava mist, er blikalogn.

- Og vit kenna trygd í lyftinum um, at "sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst!"

---

- Í dag eru vit komin saman at minnast og virða teir sjómenn, sum undan eru farnir. Eg skal bera eina heilsu frá býráðnum, og eg fari at lýsa samkenslu við øllum tykkum, ið hava mist ein ella fleiri av tykkara kæru á sjónum, og takka fyri hesa góðu løtuna saman við tykkum, segði Annika Olsen í røðu við borðhaldið í missiónshúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo