At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Champions League, 2. umfar: Eftir at Cristiano Ronaldo prógvaði í gjárkvøldið í dystinum ímóti Atletico Madrid, at hann framvegis, eftir meira enn tíggju ár á hægsta støði, telist ímillum heimsins bestu leikarar, vildi eisini Lionel Messi sleppa upp í part í kvøld.

FC Barcelona hevði eitt lutfalsliga ivasamt útgangsstøði undan heimadystinum ímóti Lyon, men eftir ein málleysan dyst í Fraklandi fyri trimum vikum síðan, so setti Lionel Messi av álvara speedaran í botn.

FC Barcelona vann heili 5-1, og skjeyt Messi tvey av málunum og legði upp til tvey aftrat.

Tað er harvið ikki bara Cristiano Ronaldo, sum blívur við at gera um seg í teimum allarstørstu dystunum.

Í 2009 kjakaðust vit um, hvør var best av Ronaldo og Messi. Tað gjørdu vit eisini í 2014.

Og tað sama gera vit enn, nú vit skriva ár 2019.

FC Barcelona-Lyon 5-1 (samanlagt 5-1)
1-0: Lionel Messi (17, brsp)
2-0: Philippe Countinho (31)
2-1: Lucas Tousart (58)
3-1: Lionel Messi (78)
4-1: Gerard Piqué (81)
5-1: Ousmane Dembélé (86)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo