Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

So hendi tað enn einaferð. Yvirgangsmenn hava nú aftur avgjørt at vera arbeiðsskapandi og inntøkutryggjandi fyri tey sum selja blomstur og stearinljós í okkara europeisku høvuðsstøðum.

Teir ið høgt eru settir koma enn sum altíð fram á skýggjan, ein fyri og annar eftir. Allir eru teir ovfarnir og forfardir.

Onkursvegna fær Hussein Obama nógva senditíð, eins og var hetta hent á amerikanskari jørð. Allir sum ein fordøma teir atsøknirnar í Brússel, og okkara løgmaður er onki undantak - eins og tað eigur at vera.

Men ongin tykist vita hvar rokningin fyri atsøknirnar skal sendast. Onkursvegna er svarið bert, at fordøma tílíkum, og at fara út at keypa blomstur. Sum ein segði so væl: "I've got to sit down and figure out where I stand".

Man er samdur í at berjast ímóti hesum atsøknum, men ongin má nevna hvør átrúnaður/ideologi stendur aftanfyri alt hetta. Hóast ideologiin altíð er hin sama, so avnokta vit samanhangið aftur og aftur, fyri ikki at órógva tey "politiskt røttu", tí at tey kunnu kanska setast at rætta uppá okkum "ótolsomu" alment.

Tað sum veruliga er vert at syrgja yvir, er at vit kollektivt eru vorðin sinnissjúk. Definitiónin hjá A. Einstein sigur at blívur tú við við at gera júst tað sama, meðan tú onkursvegna væntar tær eitt annaðleiðis úrslit hvørja ferð, so er talan um eitt slag av sinnissjúku. Tað er sum at vænta at føroyska stats-pressan skuldi gleðst yvir at tað gongst eini føroyskari fyritøku væl í vøkstri og yvirskotið.

Ein grein á Ekstrablaðnum (trýst her), skrivað av Mads Kastrup, byrjar við orðunum ’Je suis sick of this shit’. Hettar eru orð ið vit øll kunnu seta okkara navn undir eftirhondini. Men so hendir ikki meir. Vit hava vant okkum við, at um vit munnliga fordøma yvirgang, og keypa blomstir, so er tað loysnin til trupuleikan. Spyr teg sjálvan, hvussu tann anti-terror ætlanin hevur hepnast.

Hesin fitti drongurin í videoini (trýst her), hevur skilt vandan betur enn pápi sín, og er rationelt farin at hugsa um framtíðina, men verður síðani rættaður av pápanum - sum vísur á blomstur og stearinljós. Hettar er eitt dømi um hvussu apatiski framferðarhátturin má innlærast á ungum árum, og hvussu rationalitetur og handlikraft gerast hin stóra hóttanin ímóti politiskum rættleika og "tolsemi".

Heini í Skorini var í sjónvarpinum spurdur um, hvat yvirgangsatsøknirnar gera við okkara ótta. Og væl var svarað. Serliga var tað eitt, sum eg var samdur við Heina í, og tað er at ikki allur kritikkur er rasistiskur, hóast onkur kritikkur er tað.

Eg eri til dømis fullvísur í, at sjálvandi er tað ikki rasistiskt, at vísa á trúnna hjá teimum, sum standa handan hesar atsøknir. Hendan trúgv er ikki friðarlig, óansæð hvussu nógvar illar afturmeldingar eg fáið fyri orðini.

Henda trúgv ynskir ikki debatt, frið, javnsetan, demokrati, kvinnurøddir, hjúnarbandslógarbroytingar, skrivi&talufrælsi, trúarfrælsi og so framvegis. Henda trúgv leggur onki í, hvat tú heldur um hana. Hendan trúgv vil bert hava fullkomið undirgivni - við ólýsandi harðskapi. Vit mugu gera upp við hesa trúgv/ideologi. Vit mugu gevast við at lata mordarar sleppa at myrða undir verju av trúarfrælsi.

Í 2016 eru tað fleiri sjónvarp í heimum okkara enn WC-kummur, og tað vísir okkum at meiri skarn kemur inn í heimið enn tað fer út. Serliga er tað beint eftir eina atsókn, at allar sjónvarpsrásir nærum traðka á hvørja aðra, fyri at lovprísa hesari deyðskult, sum aftur hevur pettað 50-100 fólk sundur onkunstaðni um okkara leiðir. Frekleikin hevur onki íhalt, meðan vit vera spurd hvussu vit kunnu vera enn meiri inklusiv í okkara verumáta og lógarverkið.

Longu nú traðka imamar framm, og siga at teir hava ikki skyldu til at fordøma yvirgang (trýst her). Hettar er vorðið sum útsøgn. Í greinini verður tosa so nógv uttanum, at spurningar um hví slíkt hendir í okkara nærumhvørvi blíva ikki viðgjørdir. Og tað verður heldur ikki hugsa um slíkar spurningar. Tað er sum etikettin á súltutoykrukkunum sigur: "Fra den gamle fabrik". Ongin hugsar um hvussu onkisigandi tað er, tí so hevði onkur spurt hvat verður gjørt á tí nýggju fabrikkini, ella enntá hví salt hevur eitt "udløbsdato".

Innan fosturtøkukjakið verður altíð sagt, "my body - my choice". Hví kann tað ikki nýtast her? Hevur nakar í Belgia samtykt, at hann ella hon ynskir at vera pettað sundur í einum Terminali? Um ikki, hví er tú so ikki ill/ur um tey sum tað hóast alt var gjørt við? Hví er tín fyrsti tanki, at verja tey sum hava somu ideologi sum teir ið framdu hesa atsøkn? Ein kjakari gjørdi "júst" tað, meðan blóðið enn rann í Terminalinum í gjár. Hann legði eftir okkum "ótolsomu" beinanvegin. Væl veit eg at onkur nú brýtur Godwin'sa lóg, men tað verður har við.

Eg eri ein trúgvandi og onkur hugsar kanska at eg ljóði dømandi her.... men nei, tað fungerar ikki soleiðis at eg skal tiga, meðan onnur vera dripin. Tað er ikki at hava røttu hugsanina og rættan atburð. Vit trúgvandi eiga altíð at fordøma dráp. Vit eiga altíð at tala at. Vit eiga at virka fyri at dráp steðgar - bæði ræðuleikarnir á dansistøðum í París, í Terminalum á flogvøllinum í Brussel, og teir mongu í móðurlívið.

Vit fáa ikki frið aftur í Europa. Tað er ein farin tíð. Vit arbeiða altíð við symptomum, heldur enn at fyribyrgja sjúkuni.

Tað er eitt enkryptiónskríggj millum amerikanska statin og Apple í løtuni, har staturin "av trygdarávum" vil hava eina bakhurð inn í Apple tøkni. Ein skemtari vil vera við, at so steðgar staturin ikki har, og fer eftir Android dagin eftir, og so eftir Blackberry dagin eftir tað....um man gongur út frá, at dagurin eftir tað er í 1998. Men allegoriskt er mítt point tað, at vit mugu arbeiða frameftir. Vit mugu partvís sleppa tí Europa vit hava, og fokuserað uppá hvat fyri eitt Europa vit ynskja. Og so má handlast hareftir.

Við tí demokratinum vit hava eftir, so mugu vit fara inn og takað tungar avgerðir. Vit kunnu ikki bara keypa blomstir triðja ella fjórðahvønn mánað, og ringja eftir serfrøðingum til eitt studie-prát, um hvussu hettar alt í veruleikanum er okkara skyld - tí at vit ikki eru nóg inklusiv ella nóg tolsom. Við øðrum orðum, so skulu vit ikki senda nakran aftur til nakað ST-prát, sum enn ikki hevur skilt at Europa er óbroytiliga broytt.

Um títt tolsemi sigur tær at tú mást biðja um umbering hvørja ferð tú ert illa viðfarin, so skal tú ikki royna at spreiða tað tolsemi til tey tú kennir. Tað er hættisligt.

Antin letur man veruligar ábyrgdarfullar persónar takað sær av trupuleikanum, og letur teir steðga floyminum av radikaliseraðum ungum í okkara londum. Hóast nakrar samanbrestir og ófrið næstu fáu árini, tá heilar familjur vera burturvístar.

Alternativt koma veruliga ræðuligir og harðrendir einaræðisharrar til valdið um fá ár, og tá vera verulig borgarakríggj dagligdagur og nógv menniskju missa lívið. Men vit kunnu gera tingini nógv smidligari, um vit broyta kós nú.

Noyðast vit at handla nú? Svarið er eitt greitt ja. Terroratsøknir eru ikki ein undantøka nú, men ein endurtøka. Vit skulu sjálvandi enn hjálpa teimum ið eru illa fyri, og við størri upphæddum enn nú - ongin ivi um tað. Men vit mugu hjálpa teimum har tey eru, tí har ger peningur og tilfar mun fyri fleiri 100 menniskjum. Her ger sami peningur mun fyri 3-4 menniskju, og tað tænur bert okkara rættvísiskenslu, at velja fleiri 100 menniskju frá.

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo