Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Tað er ræðandi at hoyra yvirlæknan á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, Tórmóður Stóra, greiða frá støðuni á deplinum. At yvir hálvtrýss prosent fleiri innleggingar eru frá januar til september í ár, samanborið við alt árið í fjør. Tað er ikki bara ræðandi hjá mær sum næstforkvinna í Sinnisbata, tað er ræðandi sum menniskja at hoyra um hesa støðuna. Í Sinnisbata hoyra vit ofta, at tað, fólk eru mest bangin fyri, er ikki at gerast kropsliga sjúk. Tað er at gerast sálarliga sjúk.

Psykiatriska økið verður tíverri ikki raðfest líka høgt politiskt, sum tað kropsliga økið. Soleiðis hevur tað altíð verið, men tað ger tað ikki í ordan, og vøksturin í innleggingum í ár ber av álvara boð um, hvussu skeivt hetta er.

Helst hevur Tórmóður Stórá rætt í, at ein stórur partur av orsøkini er, at fólk ikki fáa nóg nógva viðgerð.

Noyðast starvsfólkini at skriva fólk út, áðrenn viðgerðin er liðug, tí tey mugu geva pláss fyri fólki, ið eru meira sjúk enn tey, so verða tey, ið er útskrivaði, ofta uppaftur meira sjúk, og so er endin at onkur má út, fyri at tað kann vera pláss fyri teimum enn eina ferð. Hetta er ein ónd ringrás, sum ikki steðgar, fyrrenn politiska skipanin og vit sum samfelag taka trupulleikan í álvara. Nógv átøk hava verið seinastu árini, men hóast hetta, er ikki nóg mikið hent á økinum. Tí mugu vit við framtíðarátøkum taka psykiatriska økið í nógv størri álvara.

Tað er ikki altíð, ein kann seta líkheitstekin millum útlendskar kanningar, og støðuna í Føroyum. Tó hava vit seinastu tíðina sæð, at sálarstøðan serliga er versnað nógv millum ung fólk. Ein nýggj kanning úr Bretlandi vísir millum annað greitt á nógv av tí, sum eisini vit í Sinnisbata hoyra, tá vit tosa við avvarðandi og fólk við sálarsjúku.

Sambært kanningini hava nú beint undir 1/3 (28,2%) av øllum kvinnum millum 16 og 24 ár sálarligar avbjóðingar, ið eru so álvarsamar, at tær kundu verið diagnostiseraðar. Hyggur ein nærri at einstøku sálarsjúkunum, so høvdu í 2007 4,2% av konufólkum post traumatisk stress, nú eru tað 12,6%. Støðan er tann sama um ein hyggur at konufólkum, sum skaða seg sjálva – talið er trýfaldað síðani 2007, og nú eru tað 19,7% av konufólkum, ið siga, at tær hava skatt seg sjálva við vilja. Tølini hjá ungum mannfólkum eru ikki eins stór, men vaksa somuleiðis serstakliga skjótt.

Tey, ið hava staðið fyri kanningini vita ikki, hví tølini eru vaksin so nógv. Partur av orsøkini er, at tey eru blivin betri til at seta røttu spurningarnar, men eitt annað gott boð, tey hava, er, at tað áhaldandi trýstið, sum kemur frá sosialu miðlunum, fartelefonunum, tað at allatíð vera “on” og at skulla vísa umheiminum, hvussu gott ein hevur tað, av álvara byrjar at vísa seg nú. Aldursbólkurin 16 – 24 nú í 2016, er fyrsti aldursbólkurin, sum allan sín ungdóm hevur havt møguleikarnar og avbjóðingarnar, sum nýggja tøknin gevur okkum.

Eg ynski ikki, at vit aftur næsta ár, skulu umrøða økta innleggingartalið á psykiatriska deplinum. Eg vóni heldur ikki, at vit skulu blíva við at bidda um betri umstøður til teirra, ið hava sálarligar avbjóðingar og teirra avvarðandi. Tað er aftur og aftur at foreldur, makar og børn ringja til okkum í Sinnisbata, tí tey vita ikki síni livandi ráð. Tey vilja so fegin hjálpa teirra kæru, men tað er alt ov ofta, at tilboðini ikki eru til – ella at tey noyðast at bíða við at fáa hjálp, fyrrenn vandi reiðiliga er á ferð.

Núverandi støða kann ikki góðtakast. Økið hevur verið alt ov lágt raðfest í alt ov langa tíð, og tað saman við nýggjum avbjóðingum, og nýggjum gongdum innan sálarliga økið, endar skjótt við eini samfelagsligari vanlukku. Vit mugu standa saman, og vit mugu raðfesta økið. Vit í Sinnisbata vilja gera okkara, og vit vóna at politiska skipanin nú tekur spurningin í álvara, men sannleikin er, at avbjóðingin er so stór, at hetta er nakað vit øll í felag mugu standa saman um. 

Laura Apol
næstforkvinna í Sinnisbata

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo