Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Føroyingar eru góð arbeiðsmegi, sum er eftirspurd í øðrum londum. Tað er í veruleikan eitt "brand" við Føroyum, sum vit ikki virðismeta nóg mikið.

Tað er ikki bara gott fyri tann einstaka, at hann kann fara í onnur lond at vinna sína inntøku í styttri ella longri tíðarskeið. At vit hava so mobila arbeiðsmegi er eisini ein sera stórur fyrimunur fyri allan okkara búskap.

Tað ger, at arbeiðsloysi er lægri, enn tað annars hevði verið. At trýstið á sosialar kassar sum ALS er nógv minni, enn tað annars hevði verið. At nógvur peningur kemur inn í landið. Og tað ger, at vit menna okkara førleikar á ein hátt, sum vit annars ikki høvdu kunnað.

At okkara handverkarar eru so dugnaligir og framfýsnir, at teir lættliga fáa størv aðrastaðni, gagnar okkum øllum.

Skeiv raðfesting
Men hetta verður ikki virt frá almennari síðu. Fyri nøkrum árum síðani fingu vit eina almenna "visión" sum segði, at øll skuldu hava miðnámsútbúgving. Og í skúlaskipanini og almenna kjakinum verða ung fólk ofta eggjað til at at fara akademiska vegin heldur enn handverkaravegin. Eisini ung fólk við góðum handaligum evnum.

Hví? Fáa akademikarar betri størv enn handverkarar? Fáa teir hægri løn?

Nei. Sannleikin er, at kjansurin fyri at fáa eitt gott starv er minni hjá akademikarum enn hjá handverkarum. Og møguleikarnir fyri at átaka sær uppgávur uttanlands, tá tað sansar eitt sindur at í Føroyum, eru eisini minni hjá akademikarum enn handverkarum.

Vit mugu ásanna, at vit hava havt skeivt fokus í mong ár.

Í skúladeplinum í Marknagili fara handverkarar at ganga í sama skúla sum tey, ið fara bókliga vegin.

Hetta er eitt stórt framstig, tí ein partur av trupulleikanum hevur verið, at tað millum ávís fólk hevur verið roknað sum "fínari" at vera akademikari enn handverkari - hóast tann seinni ofta bæði fær størri møguleikar og hægri løn. Og tað hevur helst gjørt, at onkur hevur tikið eitt skeivt val á ungum árum. 

Vit skulu eggjað fleiri til at velja tað, tey tíma og duga best, og ikki trýsta fólk at fara bókliga vegin, sum í veruleikanum vilja og duga nakað annað.

Vit skulu eisini gera tað lættari at koma framat hjá teimum, sum hava royndirnar, men ikki pappírini. Tað er ikki í lagi, at tað, sum stendur á einum pappíri, telur meira enn tað, tú dugir í veruleikanum.

Vit hava brúk fyri bæði akademikarum og handverkarum, og tí mugu vit mana tann tanka í jørðina, at annað er betri ella fínari enn hitt. Tað eigur at byrja longu í fólkaskúlanum, har næmingar ikki verða eggjaðir til nakað, sum kanska ikki er tað náttúrliga fyri teir - og sum kanska gevur teimum eitt verri arbeiðslív, enn teir kundu havt, um evnini og hugurin stýrdi.

Tróndur Sigurðsson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo