Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Politikkur

Boris Johnson var í stórformi tá ið hann helt endataluna á landsfundinum hjá Konservativa flokkinum í Manchester í dag.

– Lat okkum fáa brexit avgreitt, ein nýggj útseting er bæði dýr og óneyðug. Nú er tíðin komin at fara undir arbeiðið og skapa eitt nýtt samband við ES, segði Johnson millum annað í taluni.

– Eina nýggja atkvøðugreiðslu? Og trý ár afturat við hesum? spurdi hann og salurin kókaði.

Johnson segði at hann í dag fór at leggja fyri ES eitt konstruktivt og skilagott uppskot, og at Stórabretland nú tørvar at Brússel vísur ein kompromisvilja.

Hoyr brot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo