Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir starvsfólki, til eitt spennandi starv, at byrja 2. januar og fyribils fram til 1. mai. Arbeiðstíðin er trý kvøld um vikuna frá kl. 17.00 – 22.00.

Arbeiðsuppgávan er at byrja eitt nýtt tiltak, fyri børnum og ungum frá 4. flokki til 10. flokk, saman øðrum starvsfólki.

Vit vænta at tú:

  • hevur eina jaliga menniskjafatan

  • hevur góð samstarvsevni

  • kann arbeiða sjálvstøðugt

  • er opin og erlig/-ur

  • er virkisfús/-ur og er tolin

  • dugir at síggja menningarmøguleikar

  • trívist í einum arbeiði, har arbeitt verður millum fleiri starvsfólk, børn og ungum í ymiskum aldri

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Alvalon og Sýslan í Sørvágs kommunu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Claus A. Rasmussen leiðara á tlf 233240

Umsóknir
saman við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til alvalon@sorvag.fo

Til ber eisini, at senda umsóknina til:

Dagstovnin Alvalon

Kjóadalsvegur 2

380 Sørvágur

Umsøknarfreist er: mikudagin 20. des. 2017 kl. 12.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo