Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Vit kunnu allarhelst øll semjast um, at vit ynskja so fáar fosturtøkur verða framdar sum gjørligt.

Gleðiligt var, um tað ikki var neyðugt, at nøkur fosturtøka varð framd.

Tað halda vit, ið eru fyri fríari fosturtøka, eisini.

Tó er hetta ikki veruleikin.

Veruleikin er tann, at fosturtøkur altíð hava verið, vera og fara altíð at verða framdar. Eisini um vit banna tað við lóg.

Banna vit fosturtøku, ella bert loyva tí undir ávísum umstøðum, finna kvinnur aðrar loysnir.

Tær fáa ólógligar fosturtøkur framdar ella leita sær til onnur lond, har tað er loyvt.

At nokta kvinnum fosturtøku hevur sostatt ikki við sær, at fosturtøkur ikki fara fram.

Hinvegin hevur tað fleiri vansar við sær.

Ólógligar fosturtøkur kunnu vera ótryggar og meiri traumatiskar enn neyðugt.

At fara til eitt annað land er bæði kostnaðarmikið, seinkar fosturtøkuna og økir um sosialan ójavna.

Vit noyðast at fyrihalda okkum til tann veruleikan, at kvinnur fáa fosturtøkur.

Ynskja vit at minka um fosturtøkutalið, mugu vit sostatt flyta fokus frá at nokta fosturtøku til heldur at fyribyrgja at kvinnan kemur í ta støðu, at hon má taka fosturtøku.

Tað gera vit m.a. við at hava góða seksualundirvísing í fólkaskúlunum, ókeypis fyribyrging og góðar sosialar skipanir.

Vit ásanna tó, at óansæð hvussu væl vit royna at fyribyrgja fosturtøku, kunnu óhapp henda, og fyri summar kvinnur kann fosturtøka vera rætta loysnin.

Tí ynskja vit, at allar kvinnur eru tryggjaðar javnbjóðis atgongd til fosturtøku.

Kvinnan kennir sína støðu best, og er sostatt tann, ið er best før fyri at taka avgerðina.

Við vón um, at allar føroyskar kvinnur fáa atgongd til trygga og lógliga fosturtøku.

Maria Lyager, Frítt Val – fyri fríari abort

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo