Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Sum forkvinna í sosialu nevnd í undanfarna býráði stríddist eg fyri at fáa fleiri røktarheimspláss í Tórshavnar kommunu. Miðvíst og drúgt politiskt arbeiði gjørdi tað møguligt at seta hakan í byggingina av Boðanesheiminum í 2010, heimið stóð liðugt í 2012 til stóra gleði fyri tey mongu, ið tá tørvaðu røktarheimspláss.

Øllum var tá greitt, at næsta stig var at fáa til vega eldravinarligar íbúðir, so at tey, ið enn kunnu búgva heima við røktarstuðli frá heimatænastuni, hava eitt alternativ til røktarheim. Allar kanningar siga, at tey eldru vilja búgva heima, og uppgávan er tá at gera nýggja heimið hóskandi til umstøðurnar.

Líka síðan havi eg arbeitt fyri at fáa ein íbúðardepil til eldri her í Tórshavnar kommunu, men strilti gongst at fáa býráðið við.

Tó so, nú verður so ein verkætlanarlýsing gjørd, har tørvurin á røktarheimsplássum skal lýsast, og at eitt uppskot til konsept fyri eldraíbúðum til røktarkrevjandi skal eisini gerast.

Støk og hjún
Røktarheimsplássini eru í útgangsstøðinum roknað til eitt fólk at búgva í. Fyri fleiri er tað svár støða, har hjún kenna seg verða skild sundur, tá annar teirra fer á røktarheim.

Eg haldi, at vit sum samfelag kunnu ikki loyva okkum at skilja hjún soleiðis sundur. Við eldraíbúðum kann tað gerast øðrvísi.

Eldravinarligar íbúðir ella íbúðardeplar við heimatænastu gera tað møguligt eisini hjá hjúnum at liva og búgva saman. Í fleiri førum er tað tann eini, sum hevur brúk fyri hjálp, meðan hin klárar seg væl. Hesin kann saman við heimatænastu verða týðandi stuðul bæði í mun til húsarhald, sosiala samveru og trygd, men har húsini ikki eru hóskandi til teirra støðu.

Mítt stóra mál er nú sum skjótast at fáa gongd á hesa bygging av leiguíbúðum ætlað eldru borgarunum, sum ikki longur megna teirra sethús, men sum heldur kundu flutt í eina eldravinarliga íbúð, har heimatænastan er knýtt at alt døgnið.

Ein íbúðardepil hevur harumframt tann fyrimun, at til ber at hava fleiri felagsfunktiónir bæði útiøki og felagshús, har til ber at eta saman, hava samkomur, ítriv, venjingar v.m.

Sum kommununa við ábyrgd av eldrarøktini kunnu vit ikki longur bíða eftir slíkum íbúðarloysnum og valmøguleikum. Hetta er til fyrimun fyri tey eldru, hetta er til fyrimun fyri kommununa.

Halla Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo