Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan tingini henda, og tey sum undrast yvir hvat f.... tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Onnur tíðindi

Annika Olsen, borgarstjóri, fór í gjár til Ísraels, har hon komandi dagarnar skal luttaka á einari stórari borgarstjóraráðstevnu saman við borgarstjórum úr 40 øðrum londum.

Tað eru fyrrverandi sendimaðurin hjá Ísrael í Danmark, Barukh Binah, og varauttanríkisráðharri Ísraels, Tzipi Hotovely, sum hava boðið Anniku Olsen við á ráðstevnuna. Barukh Binah vitjaði í Føroyum í fjørsummar, har hann millum annað hitti Anniku Olsen, og tað var í hesum sambandi, at hann persónliga bjóðaði henni at luttaka á ráðstevnuni í Ísrael.

Borgarstjórin í Jerusalem, Nir Barkat, setti ráðstevnuna á samkomu í ráðhúsinum í Jerusalem í gjárkvøldið, og í sínari setanarrøðu legði hann dent á stóra týdningin, Jerusalem hevur í heimshøpi og í heimssøguni.

Talan er um ráðstevnu, sum er á hvørjum ári, og tað er 32. ferðin, ráðstevnan verður hildin. Evnið á ráðstevnuni í ár er “Safe cities”, har ljós verður varpað á viðurskifti, ið býir kring heimin hava avbjóðingar við í dag.

Á skránni eru virkisvitjanir, fundir og framsýningar um trygd, umhvørvi, vatn, útbúgving og heilsu og um, hvussu nýggj tøkni og tøkniliga menningin kann styðja undir ein tryggari og skynsamari rakstur av einum nútímans býi. Fyritøkur í Ísrael eru millum tær fremstu í heiminum á tøkniliga økinum.

Á ráðstevnuni verður høvið at hitta borgastjórar úr øðrum londum, umboð fyri ráðharrastovur og kommunur í Ísrael, umframt umboð fyri nakrar av størstu fyritøkunum í Ísrael.

Í dag vitja borgarstjórarnir Holocaustsavnið í Jerusalem, Yad VaShem, har minnisløta verður hildin, og eisini verður fundur við umboð fyri ferðavinnumyndugleikarnar í Jerusalem.

Annika Olsen, borgarstjóri, heldur ráðstevnuna vera eitt spennandi høvið at knýta nýggj bond við býir í øðrum londum.

- Eg síggi hesa ráðstevnuna - og møguleikan at knýta sambond við aðrar býir - sum ein lið í royndunum at menna Havnina sum ein altjóða bý í kapping við aðrar høvuðsstaðir úti í heimi, umframt at menna Havnina á tøkniliga økinum og finna innovativar loysnir á framtíðar avbjóðingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo