Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Vinna

Fjarskiftiseftirlitið er komið uppí leikin í stríði ímillum Føroya Tele og Vodafone, og fer í næstum at kunngerða sín úrskurð.

Vodafone heldur, at TotalView skipanin hjá Føroya Tele gevur felagnum ein kappingarfyrimun, tí so nógvir stórir kundar í Føroyum brúka hesa skipanina, sum eisini er knýtt afturat telefonunum hjá hesum kundum.

Tað skrivar Dimmalætting.

Blaðið hevur ábendingar um, at Fjarskiftiseftirlitið fer at ganga kæruni frá Vodafone á møti og krevja, at tann minni føroyski fjarskiftisveitarin fær somu atgongd til skipanina sum tann størri.

Føroya Tele eigur ígjøgnum dóttirfyritøkuna Formula TotalView.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo