Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

VØRN: Altjóða SAR samstarv verður skipað eftir tí sonevndu SAR konventióni hjá IMO. Hon leggur upp til at grannalond gera avtalu sínámillum um bjargingarsamstarv tvørtur um landamørkini.

MRCC gjørdi longu í 2007 avtalu við Aberdeen Coastguard um SAR samstarv. Henda avtalan hevði tørv á dagføringum aftan© á hesi árini. Men bretar hava umlagt sína SAR tænastu rættiliga nógv seinastu árini.

Ein høvuðsmiðstøð National Maritime Operations Centre, vanliga stytt NMOC, er gjørd í Fareham, og hon samskipar nú meginpartin av teirra arbeiði. Tí hildu bretar, at frægast var at gera eina nýggja avtalu.

Nú er so ein avtala gjørd millum Vørn og UK Coastguard um SAR samstarv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo