Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Politikkur

- Fyri at taka samanum, so er tað ógvuliga ógreitt í uppskotinum hvat eitt veiðiloyvi er. Tað er allýst í § 2, nr. 5, og nágreina í viðmerkingunum sum ein generel góðkenning at reka vinnuligan fiskiskap. Men fleiri staðni í lógartekstinum verður tað lýst annarleiðis enn í allýsingini í § 2, við tað at fiskirættindi eru knýtt at ávísum veiðiloyvi. Tað er sostatt ógreitt hvat eitt veiðiloyvi er. Vørn skal tí mæla til, at fáa gjørt greitt hvat liggur í hugtakinum “veiðiloyvi”. Er talan um, at ávís fiskirættindi eru knýtt at ávísum veiðiloyvi, ella eru veiðiloyvini einans ein generel góðkenning av ávísum fiskifari at reka vinnuligan fiskiskap. Tað er alneyðugt at veiðiloyvið verður greitt allýst í lógini, og at tann allýsingin verður brúkt konsekvent í lógartekstinum, sigur Vørn millum annað í sínum hoyringssvari til Uppkotið um sjófeingi.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo