Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Høgni S. Reistrup var í dag á fundi við Yvirfriðingarnevndina, har hann handaði nevndini 3173 undirskriftir frá fólkum, sum heita á Yvirfriðingarnevndina um at leingja loyvið hjá KOKS at virka frammi við Gjónna.

- Eg fari at takka øllum teimum mongu, sum hava skrivað undir. Hvør einasta undirskrivt munar, tí saman umboða tær ein greiðan vilja um, at KOKS skal fáa loyvi at halda fram eina tíð aftrat frammi við Gjónna, sigur Høgni S. Reistrup, stigtakari til undirskriftainnsavningina.

Yvirfriðingarnevndin takkaði fyri undirskriftirnar og segði, at tær verða tiknar við í viðgerðina, nú ein umsókn er komin um at broyta ásetingina fyri arbeiðsskúrin, sum er friðaður, so hann ikki longur er friðaður. 

- Á fundinum segði Yvirfriðingarnevndin, at mongu undirskriftirnar verða tiknar við í metingina, sum kann tryggja, at KOKS og ungu starvsfólkini á Michelin-matstovuni kunnu halda fram at bjóða tað besta, Føroyar hava at bjóða. Nú er vón fyri KOKS, og tað var endamálið við at savna inn undirskriftirnar, sigur Høgni S. Reistrup, stigtakari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo