Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Vinna

VP (fyrr Vágaportalurin) hevur keypt 50% av local.fo sum skrivar um Føroyar og føroysk viðurskifti á enskum.

Samstundis leggja báðir netmiðlarnir redaktiónirnar saman, og tær fara at halda til í hølum í skrivstovubygninginum á Grønlandsvegi 38 í Havn.

- Vit fegnast um møguleikan at arbeiða saman við einum størri miðli, sigur Torleif Joensen, sum saman við Jens Hákun Leo byrjaði local.fo fyri einum góðum ári síðani.

Gunnar Skúvadal, sum fyri 5 árum síðani keypti VP frá Ólavi í Beiti, fegnast eisini um samstarvið.

- Áhugin fyri Føroyum uttanlands veksur alsamt, ferðavinnan er vaksandi og vit hava eisini tilflytarar í Føroyum, sum ikki skilja føroyskt, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo