Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Mítt tastatur

Vit gita, at tað situr ein stjóri á Landsverki í hesum døgum og iðrar seg um, at hann ikki garderaði seg og bað um tænastuboð úr hægri stað áðrenn hann skrivaði undir uppá sáttmálan við arbeiðstakararnar sum skuldu byggja Glasir.

Verkætlanin varð samtykt av Løgtinginum í mars 2013. Skúladepilin skuldi standa liðugur og klárur at taka í nýtslu á sumri 2016, tá skúlaárið byrjaði. Arbeiðið, sum skuldi taka trý ár, tók fimm ár. Ja, í veruleikanum meira, tí tað er ikki liðugt enn.

Í skrivandi løtu er staðfest at yvir 45 milliónir krónur resta í, og at ein stórur partur longu er brúktur, eisini til onnur endamál enn pengarnir vóru ætlaðir. Hartil er ein tvistur ímillum Landsverk og veitarar um aðrar ógoldnar rokningar, og ongin vissa er fyri, at hesir veitarar ikki enda við at fáa rætt í sínum máli, og landið tí noyðist at punga út, eisini ta upphæddina.

Byggigølur er ikki nakað ókent fyribrigdi.

Tá bogin verður spentur í meira lagi og glitrið frá gullrandaðum verkætlanum blendar keyparan sum so ikki vil kennast við rokningina tá rúsurin er runnin av, tað er neyvan nakað serføroyskt fyribrigdi.

Men her hjá okkum hevur tað verið meira regulin enn undantakið seinnu árini. Fleiri skúlaverkætlanir eru endaðar sum nakað annað enn tað sum ætlanin var, tí skarvað er av, neyðloysnir gjørdar og roynt hevur verið at spara sum frægast fyri at fáa klæðini at passa - skúlarnir sum landið hevur bygt í Vestmanna og Hovi eru fesk dømi um tað.

Og so Glasir.

Sum forkvinnan í løgtingsins fíggjarnevnd segði í Degi og Viku í kvøld (leystliga endurgivið):

- Tað er langt ímillum upprunaligu ætlanina og so tað óvanligu byggiverkætlanina, sum endin bleiv, og sum man so valdi at skarva 100 milliónir av aftaná at man hálvavegna var farin í gongd. So tað eru eisini politiskar avgerðir tiknar, sum seinni vístu seg ikki at vera so skilagóðar.

Hvør eigur so apuna?

Landsverk og tess undirveitarar og -ráðgevar eiga helst sín part. Men vit, sum skulu gjalda gildið, hava valt umboð at verja borg, og har má tann endaliga ábyrgdin í øllum førum plaserast.

Um bygningurin so við tíðini vísir seg at vera funktionellur og væl egnaður til sítt endamál, uttan stórvegis ampar av lekum og/ella øðrum ónollum sum nógvar glasflatur kunnu hava við sær, ja so kunnu vit væl øll um nøkur ár fegnast um at eiga eina byggilistarliga perlu sum ikki áður man hava sæð sín líka her á landi.

Og við fylgir søgan um, hvussu galið tað kann ganga, tá høgra hond ikki veit hvat vinstra ger.

Tað meinar VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo