Har øll sópa fyri egnum durum, verðu gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Mítt tastatur

Veðrið er ikki altíð so pent sum her, men kortini verður siglt til nógvar útoyggjar sum ikki hava góð lendingarviðurskifti alt árið. Myndin er tikin í Hattarvík á Fugloynni.

Tað er ein trupul men neyðug avgerð sum almennu Føroyar nú noyðast at taka, men sum í veruleikanum langt síðani átti at verið tikin.

Tí nógvar av útoyggjunum standa ikki mát við tað, sum tíðin krevur, tá tað kemur til trygd og komfort hjá ferðafólki sum koma sjóvegis.

Hetta hava vit skrivað áður, men sjálvandi, tað er trupult at taka truplar avgerðir.

Í veruleikanum er spurningurin sera einfaldur: Er nøkur líkinda havn sum kann brúkast í øllum veðri? Nei ella ja. Er svarið nei, eigur ikki at vera siglt har við ferðafólki, í øllum førum ikki vetrarhálvuna (sum í Mykinesi). Tá eigur at verða víst til loftvegis farleiðina, um ikki tað almenna vil brúka pengar uppá at gera havnarviðurskiftini brúkilig alt árið.

Sum tað er í dag er tað upp til skiparan at meta um, hvørt tað er ráðiligt at sigla túrin og leggja at, so farmur og fólk kunnu fáast í land og umborð.

Tað er bara tað, at oftani er talan um eina grásonu. Kyrran er ikki góð, men fólk eru komin út og vilja fegin sleppa í land so eitt ávíst trýst er á skiparan um at gera eina roynd at leggja at. Men tað sum skiparin ger í slíkum førum er at spæla bóltin yvir til ferðafólkini, sum nú skulu taka kjansin at passa sær løgir og leypa í land tá tey meta tað ráðiligt.

Tað er í veruleikanum eitt ómenniskjaligt trýst at leggja á ein skipara at lata tað upp í hansara hendur at taka tað avgerðina. Tí øll duga ikki líka væl sum tey halda at leypa í land ella umborð. Enn minni nú vit uppliva eitt vaksandi tal av útlendskum ferðafólki, sum neyvan øll kenna til hesi serføroysku viðurskiftini.

Tí halda vit, at spurningurin í veruleikanum er so einfaldur.

Eru lendingarviðurskiftini ikki brúkilig í øllum veðri (sum tey eru til dømis í Hesti og Kalsoynni men á ongan hátt til dømis í Fugli, Skúgvi, Svíni og Mykinesi), so eigur ikki at verða siglt í rutu har við ferðafólki.

Tíðin er farin frá tí.

Tað meinar VP.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo