Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Mítt tastatur

Fyrst var tað løgtingsformaðurin sum segði nei takk til innbjóðing frá Krúnprinsinum, og so var tað løgmaður sum segði nei takk til gallataffel hjá Drotningini.

Men grønlendski landsstýrisformaðurin Kim Kielsen møtti upp til gallataffel í gjárkvøldið saman við frú.

Ikki gott at vita hvat danska kongafamiljan hugsar um hægstu embætini í Føroyum.

Hvat heldur tú um tað at løgmaður ikki fór til gallataffel hjá Drotningini, spyrja vit á VP.

VP spurdi eisini um løgtingsformannin, og tá sá úrslitið soleiðis út:

Eigur Páll at fara umborð á Dannebrog?

  •  Nei 14%

  • Ja 86% 

Atkvøtt hava 1767

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo