Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Mítt tastatur

VP hevur lagt eina nýggja spurnarkanning út, har spurt verður, um landið skal yvirtaka Vágatunnilin, so tunnilin verður ein partur av vegakervinum hjá landinum, og ókeypis verður at koyra í tunlinum.

Ella um alt skal vera sum nú, sum samferðsluráðharrin hjá Javnaðarflokkinum, Henrik Old, ætlar.

- Eg havi boðað nevndini frá til aðalfundin, sum verður skjótt, at tann skipanin sum er galdandi nú, skal halda fram, sigur Henrik Old við Útvarpið.

- Landið hevur ikki heimild at krevja bummgjald á nøkrum vegastrekki, heldur ikki tunlum, sigur vágatingmaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen.

Skal landið yvirtaka Vágatunnilin?

  • Ikki talan um

    52%

  • Ja, sjálvandi

    42%

  • Mær tað sama

    5%

Atkvøtt hava 1046

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo