Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Mítt tastatur

KVF kunnaði um fyrrapartin í dag, at tey 11, sum ikki vórðu afturvald á løgtingsvalinum 31. august, fáa umleið 40.000 krónur um mánaðin í bíðiløn.

Í lógini frá 1999, nr. 12, stendur einki um, at bíðilønin ikki verður útgoldin ella mótroknað, um løgtingsfólk fer aftur í starv, antin sama ella annað, sum viðkomandi hevði áðrenn.

Men í uppskotinum hjá Páll á Reynatúgvu, sum tíverri fall burtur, stóð millum annað skotið upp at bíðilønin skal mótroknast, sum sjálvandi er.

Tað vil siga at ein lækni til dømis, sum hevur sitið á tingi í 4 ár, men sum ikki verður afturvaldur, og tekur sítt starv uppaftur, fær eitt vinarligt takkarklapp frá vaski- og flakakonuni, sjómanninum, alaranum, bilføraranum, einligu støku mammuni við 2 børnum, ja, okkum øllum, á 40.000 kr um mánaðin í 6 mánaðir fyri ikki at vera afturvaldur, og tað omaná høgu læknalønina.

Eitt javnari samfelag sambært Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn?

Stk. 2. Verður løgtingsmaður ikki afturvaldur ella má leggja tingsessin frá sær vegna sjúku, fær hann samsýning sambært § 1, stk. 1, í 1 mánað fyri hvørt árið, hann hevur havt sess á tingi, tó í minsta lagi í 4 mánaðir og í mesta lagi 6 mánaðir. Doyr løgtingsmaður, fáa hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning eftir § 1, stk. 1, í 6 mánaðir.

§ 1. Løgtingsmenn verða samsýntir samvarandi 34. lønarflokki í tænastumanna-lógini íroknað vanliga viðbót.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo