Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tema

Sum vit hava víst á í greinarøðini um harðskap móti monnum, so eru kanningar um hesi viðurskifti gjørd í londundum kring okkum, men enn er ongin slík kanning gjørd um viðurskiftini hjá føroyskum monnum.

- Eg haldi tað avgjørt vera tørvur á einari tílíkari kanning. Men av tí at royndirnar vísa, at tað kann vera trupult at gera eina slíka kanning, er neyðugt, at hon verður gjørd væl og virðiliga. Best hevði verið, um tað varð ein granskingarætlan, heldur Suni Poulsen, sálarfrøðingur.

Í Noregi varð ein kanning gjørd í 2005, sum lýsti harðskap í parløgum, millum annað kvinnuligan harðskap móti monnum. Tað var By- og regionsforskningsinstituttet, NIBR, sum gjørdi kanningina.

7600 tilvildarliga vald fólk í aldrinum 20-54 ár fingu sendandi spurnarbløð, har tey vórðu biðin at svara einari røð av spurningum í sambandi við harðskap sum heild, valdsnýtslu og harðskap, har viðkomandi, ið framdi harðskapin, annaðhvørt var hjúnafelagi ella sambúgvi. Í alt 4618 fólk svaraðu (sløk 60 prosent).

Ungfólk
Norska kanningin vísir, eins og nýggja danska kanningin, at mesti harðskapurin er at finna millum ungfólk. Danska kanningin vísti til dømis, at nógv fleiri ungar gentur sláa dreingir enn øvugt.

Í norsku kanningini segði knappliga helvtin av monnum, at teir høvdu verið fyri hóttanum ella harðskapi, síðan teir vóru fyltir 15 ár. Færri kvinnur, 40 prosent, søgdu seg hava verið fyri hóttanum ella harðskapi eftir 15 ára aldur. Kanningin vísti eisini, at tey, sum hava verið fyri harðskapi frá øðrum enn sínum partnara, eru í nógv størri vanda fyri at vera fyri harðskapi frá sínum partnara seinni í lívinum.

Í hesi kanningini sæst, at nøkur sløg av harðskapi kunnu vera beinleiðis vandamikil. Hetta er galdandi fyri kvalaratak, brúk av knívi ella øðrum vápnum; at buka høvdið móti onkrum tóli, veggi ella gólvi og líknadi.

Norska kanningin, sum varð gjørd í 2005, vísir eins og aðrar kanningar, at hóast lutfalsliga nógvar kvinnur fremja harðskap móti monnum, so er harðskapurin, sum menn fremja móti kvinnum, sum heild ógvusligari.

I einum av fýra harðskapsmálum í parløgum í Noregi, sum sambært kanningini gjørdust løgreglumál, vóru tað kvinnur sum framdu harðskap móti monnum. Hetta kann vera ein spegilsmynd av niðurstøðunum um, at harðskapurin, sum kvinnur fremja móti monnum, ikki er líka ógvusligur sum harðskapurin, menn fremja móti kvinnum – hóast tað vísir seg, at kvinnur sláa oftari menn enn øvugt.

Sum neyðtøka
Suni Poulsen, sálarfrøðingur, sær harðskap í parløgum sum ein so stóran trupulleika, at hann kann flokkast við neyðtøku. Hann vísir á, at vit gera ov lítið fyri at forða harðskapi í parløgum, og vit gera als onki, tá tað kemur til harðskap móti monnum.

- Men harafturímóti gera vit nógv fyri at forða neyðtøku, sigur Suni Poulsen. Hann vónar, at ein kanning um harðskap móti monnum einaferð verður gjørd.

Skrivað hevur Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS

Les eisini:

Kvinnur fremja eisini harðskap

Kvinnur sláa oftari enn menn

Kvinnur kunnu pilka menn niður

Vanliga harðskapsmyndin er skeiv

Norsk kanning, sum varð gjørd í 2005, vísir, at av fýra harðskapsmálum í parløgum, sum eru vorðin løgreglumál, er eitt mál, har kvinnan hevur framt harðskap móti manninum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo