Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tema

Tað er púra ógjørligt at skilja. Ikki minst, tí tað er so stutt síðani tað hendi.

7. apríl 1994 fer seint í gloymskuna hjá øllum sum hava samband við lítla miðafrikanska landið Ruanda. Hetta var dagurin, tá maður fór av húsi við teimum ørindum at fremja fólkamorð. At gera enda á teimum av landsmonnunum, sum ikki vóru av rætta ættarbólkinum. Neyðtøkur, sundurliman við masjettum og píning av børnum ímeðan foreldrini vórðu noydd at hyggja at, áðrenn tey sjálvi vórðu dripin, vóru bert nøkur av eirindaleysu vápnunum brúkt, so pínan skuldi vera sum mest. 

Tað var tann lutfalsliga lítli hutu ættarbólkurin sum lá stóra tutsi ættarbólkinum og tí nógv minni twa ættarbólkinum eftir lívinum. Uppá 100 dagar høvdu tey gjørt enda á umleið einari millión av monnum, kvinnum og børnum. Bara tí tey vóru av skeivum ættarbólki.

Tá hevði leingi prutlað undir lokinum. Summir hutuar og tutsiar høvdu sitið illa um sátt og borgarakríggj herjaði í landinum. Men kortini livdu tey flestu í sátt og semju, nógvar familjur vóru samansettar av bæði hutu og tutsi og í skúlunum gingu børnini í sama flokki, uttan mun til hvørji ætt tey vóru av.

Men ein røð av hendingum og áhaldandi borgarakríggið gjørdi, at landsins myndugleikar, sum víðgongdir hutuar fyri tað mesta mannaðu, í loyndum løgdu ætlanir um at beina fyri tutsiunum. Teir útgjørdu hutu fólki við vápnum, og neistin, sum fekk eldin av álvara at kykna, var tá flogfarið við landsins forseta, sum var hutu, datt niður ella varð skotið niður undir lending í Kigali tann 6. apríl 1994. Hutuarnir góvu tutsi fólkunum skyldina, og dagin eftir byrjaði blóðrúsurin, hvørs endamál var at útrudda allar tutsiar í landinum.

Á ferð míni í Ruanda hitti eg fleiri lokalfólk og fekk í fyrstuni ikki latið vera við at fregnaðist um teirra samband við fólkamorðið í 1994.

Ein var sjaførurin, vit brúktu fleiri av døgunum, Hetegekimana Samson. Hann var 11 ára gamal tá fólkamorðið byrjaði, og hóast fleiri av hansara nærmastu vórðu dripin, kláraði hann at bjarga sær við at renna burtur og fjala seg. Eg fekk hann ongantíð at siga mær nágreiniliga, júst hvat hendi. Ella um hann var av tutsi- ella hutu ættini (moderatir hutuar vórðu eisini dripnir í fólkadrápinum). Eg sá, at tað var ov svárt hjá honum at tosa um.

- Vinur mín, her í Ruanda eru vit ikki longur tutsi ella hutu. Vit eru ruandar, segði hann, og greiddi mær frá, at sjálvt í dag búgva fólk saman, hurð um hurð, har tann eini var við til at drepa familjuna hjá hinum.

- At fyrigeva men ikki gloyma er einasti vegurin fram. Tí øll tey seku kunnu ikki revsast. So skal annar hvør maður fongslast, segði hann.

- Í Ruanda noyðast vit at royna at smílast ígjøgnum tárini!

Í dag verða ruandar og vitjandi javnan mint á ræðuleikarnar fyri skjótt 24 árum síðani. Hvørt ár er ein almenn syrgivika, sum byrjar tann 7. apríl. Í nógvum býum og bygdum eru skúlar, kirkjur, barnagarðar og hópgravir, sum hava samband við fólkamorðið, og sum í dag tæna sum minnisvarðar.

So tað ongantíð skal henda aftur.

Sí eisini:

Málið er at tey skulu duga sjálvi

Smádrongurin sum mannaði seg upp

Hjálpin hevur nógv at siga fyri okkum 

Tannlæknarnir máttu arbeiða uttan ljós og streym

Viðgjørdu 346 sjúklingar í fimm dagar

Tey eru glað fyri tannbustina

Videobrellbiti

Um alt Ruanda verða skøltar, blóðdálkaði klæði, morðvápn og ræðusøgur hjá offrunum sýnd fram so at tjóðin ongantíð skal gloyma.

Tað var svárt hjá sjaførinum Samson at tosa um fólkadrápið. Hann var 11 ár og slapp undan lagnuni sum fleiri í familjuni fingu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo