Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Tema

Landsstýriskonan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, og formaðurin í Javnstøðunevndini, Ólavur Ellefsen, eru á einum máli um, at verða menn raktir av harðskapi í parløgum, eiga teir at fáa somu tilboð sum harðskapsraktar kvinnur.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at harðskapur í parløgum spyr ikki um kyn. Hon vísur til Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum, har harðskapurin verður lýstur í breiðastu merking, millum annað um sálarligan harðskap, sum kvinnur kunnu fremja eins væl og menn.

- Er harðskapur móti kvinnum eitt evni, sum vit hava havt ilt við at tosa um, er harðskapur móti monnum sannlíkt uppaftur meira tabuiseraður. Tí gleðir tað meg, at VP tekur hetta viðkvæma og týdningarmikla evnið til viðgerðar, sigur landsstýriskonan í almannamálum.

Kvinnuhúsið í 1990
Eyðgunn Samuelsen vísur á, at tá Kvinnuhúsið lat upp í 1990, varð ikki hildið, at tað mundi vera neyðugt við slíkum húsi – ikki her í friðarligu Føroyum. Seinni hevur tað víst seg, at vitjanirnar í Kvinnuhúsinum gerast fleiri ár undan ári, og sambært ársfrágreiðingini hjá Kvinnuhúsinum komu 505 áheitanir í fjør.

Tað er Kvinnuhúsgrunnurin, sum síðani 1990 hevur rikið Kvinnuhúsið, so talan er ikki um eitt alment tilboð. Men land og kommunur lata stuðul til fíggjarliga raksturin. Millum annað verður stuðul latin sambært omanfyri nevndu Harðskapsætlan til sálarfrøðiliga hjálp, og til tulking og neyðsynjarvørur til kvinnur, sum koma í Kvinnuhúsið.

Onga djúptøkna viðgerð
Javnstøðunevndin hevur ikki gjørt nakra djúptøkna viðgerð av spurninginum, um menn kunnu vera fyri harðskapi í parløgum. Formaðurin í nevndini sigur, at allar kanningar, sum hann hevur sæð, vísa, at mesti og álvarsligasti harðskapurin í parløgum verður framdur av monnum móti kvinnum.

- Hinvegin er eingin ivi um, at tað eisini eru menn, sum eru fyri bæði likamligum og sálarligum harðskapi í parløgum, og hetta kann vera ein serligur trupulleiki, tí at menn í uppaftur størri mun enn kvinnur aftra seg við at boða frá hesum. 

- Javnstøðunevndin er av tí fatan, at bæði kvinnur og menn eiga at fáa tilboð um hjálp í sambandi við harðskap, herundir hjálp í sambandi við sálarligan harðskap, sigur formaðurin í Javnstøðunevndini, Ólavur Ellefsen.

Álvarsligur harðskapur
Sum vit hava víst á í einum tema her á VP, so vísa kanningar í millum annað Noregi, USA og Danmark, at harðskapur í parløgum, har kvinnan fremur harðskap móti manninum, er ein stórur trupulleiki. Flestu kanningar vísa eisini, at kvinnur sláa oftari menn enn øvugt, men harðskapurin, sum menn fremja móti kvinnum er mangan ógvusligari og álvarsamari.

Kortini vísa kanningar, at harðskapur, sum kvinnur fremja móti monnum, eisini kann vera ógvuliga álvarsamur. Til dømis vísur ein norsk kanning, at av fýra harðskapsmálum í parløgum, sum enda hjá løgregluni, er eitt mál, har tað er kvinnan, sum hevur framt harðskap móti manninum.

Landsstýriskonan í almannamálum heldur tað vera týdningarmikið at stuðla sjálvbodnum arbeiði, sum tað hjá Kvinnuhúsinum er sprottið úr.

- Er tað onkur, sum vil fara undir at skipa eitt tilsvarandi tilboð til menn, sum eru fyri harðskapi, og kemur ein umsókn um fíggjarligan stuðul higar, fari eg avgjørt at viðgera slíka umsókn við vælvild, sigur altso landsstýriskonan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen við VP.

Í undanfarnum greinum hava leiðarin í Kvinnuhúsinum, Elin Reinert Planck, og sálarfrøðiligi leiðarin á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, Suni Poulsen, víst á, at tørvur í øllum førum er á einum ókeypis sálarfrøðiligum tilboði til harðskapsraktar menn í Føroyum. 

Skrivað hevur Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS

Kvinnur fremja eisini harðskap

Kvinnur sláa oftari enn menn

Kvinnur kunnu pilka menn niður

Vanliga harðskapsmyndin er skeiv

Tørvur á kanning

Breyt steintoy og klipti undirklæði sundur

Unnustan sló og sparkaði

Onki tilboð til harðskapsraktar menn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo