Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tema

Vanliga myndin av harðskapi í parlagi er ikki allur sannleikin (tilgjørd mynd).

Googla vit harðskap í parløgum, so er vanliga myndin, vit síggja, ein maður, sum hevur tikið reimina úr buksunum at sláa konuna við. Hetta er vanliga myndin, men hetta er bara ikki allur sannleikin, sigur Suni Poulsen, sálarfrøðingur.

Leiðandi sálarfrøðingurin á Psykiatrisku deild heldur, at tað eisini í Føroyum sæst, at vit hugsa avbronglað um harðskap í parløgum.

- Vit hava til dømis eitt kvinnuhús, men vit hava onki hús ella tilboð til menn, sum hava verið fyri harðskapi. Hetta er ein spegilsmynd av teimum tilboðum, sum eru uttanlands, tí eisini uttanlands eru nógv tey flestu tilboðini til bukaðar kvinnur, sigur Suni Poulsen.

Illa dámt
Hjá mongum er tað illa dámt at vísa á trupulleikan við kvinnuligum harðskapi móti monnum. Tað er politiskt ókorrekt. Suni Poulsen vísir á ensku kvinnuna, sum byrjaði við kvinnuheimum í Bretlandi. Í byrjanini var ætlanin, at heimið skuldi vera bæði til kvinnur og menn, men tað bleiv so bara til kvinnur.

- Tann daman gjørdist rættiliga illa umtókt, tá hon segði, at nógvar av kvinnunum, sum komu á kvinnuheimið, vóru líka ringar sum menn, greiðir Suni Poulsen frá.

Mest vanligi harðskapurin í parløgum er, at báðir partar eru ljótir hvør við annan.

- Kanningar vísa, at næst størsti trupulleikin er, at kvinnan er keðilig við mannin. At maðurin er keðiligur við konuna kemur sum nummar trý í røðini, sigur hann.

Parlagið er trupulleikin
Nýggja kanningin hjá Syddansk Universiteti um harðskap í parløgum leggur upp til, at vit skulu síggja trupulleikan sum ein parlagstrupulleika og ikki bara sum ein trupulleika hjá tí einstaka.

- Um vit ímynda okkum eitt parlag, har kvinnan argar, happar og slær mannin, og tað endar við, at maðurin slær aftur, ja, so kann kvinnan rýma á eitt kvinnuheim. Hon meldar mannin, sum kemur inn at sita, og at enda noyðist hann í viðgerð fyri sín harðskap. Um hesi bæði so gera eina roynd at liva saman aftur, ja, so er kvinnan jú onki broytt. Hon er hin sama, sum argar, happar og slær, og so ber ikki til. Tí mælir kanningin til at síggja harðskapin sum ein trupulleika hjá parlagnum sum so, sigur Suni Poulsen, sálarfrøðingur.

Tilboð til menn
Suni Poulsen ivast í, um menn hava sama tørv á hjálp sum kvinnur, millum annað tí at menn sum heild ikki eru so bangnir fyri lívinum, sum kvinnur eru. Hann heldur, at kvinnur í størri mun hava tørv á einum heimi ella húsi, sum eisini kann taka hædd fyri børnunum.

- Eg haldi, at menn skuldu havt eitt stað at komið til, har teir hava atgongd til advokat, løgreglu og sálarfrøðing. Tí eg havi tosað við menn, sum hava verið í slíkum støðum, og teir eru totalt lost, teir vita hvørki út ella inn. Fyri tað fyrsta ivast teir í, um løgreglan fer at trúgva teimum ella bara fer at flenna eftir teimum. Teir eru eisini bangnir fyri ikki at sleppa at síggja síni børn. Og ringir løgreglan til konuna, fær hon so steðga øllum málinum, spyrja teir millum annað, sigur Suni Poulsen.

Hann sær tað meira soleiðis, at kvinnur skulu hava verju, meðan menn kanska heldur skulu hava hjálp til praktiskar loysnir.

(4. og seinasti partur av samrøðu við Suna Poulsen kemur í einari seinni grein)

Skrivað hevur Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS

Les eisini:

Kvinnur fremja eisini harðskap

Kvinnur sláa oftari enn menn

Kvinnur kunnu pilka menn niður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo