Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Filmsbrot

Tað ber illa til at ímynda sær ræðuleikarnar sum byrjaðu á hesum degi fyri 25 árum síðani í lítla miðafrikanska landinum Ruanda.

Belgiar, sum høvdu havt landið sum hjáland, høvdu hjúklað meira um tann eina ættbólkin, tutsiarnar, sum vóru meira átøk europearum í sínum andlitsbrøgdum, enn hin stóra ættbólkin, hutuarnar.

Uppreistur og borgarakríggj prutlaðu leingi undir lokinum, og 7. apríl 1994 byrjaði skipaði blóðrúsurin: Landsins myndugleikar heittu á allar hutuar um at fara av húsi og gera av við allar tutsiar, uttan mun til nakað. Menn, kvinnur og børn, øll vórðu eirindaleyst dripin uttan náði.

Tað eydnaðist Paul Kagame, sum í dag er landsins forseti, og hansara deildum at berja niður militsdeildirnar, sum í stóran mun vórðu mannaðar við narkotikaávirkaðum tannáringum og smádreingjum, og sum framdu fólkamorðini.

Í Ruanda royna tey enn at lekja sárini frá hópmorðinum sum kloyvdi landið í tvey.

Tá VP í februar 2018 vitjaði í Ruanda hittu vit millum annað unga mannin Samuel Bikorimana, sum starvaðist sum ferðaleiðari í Akagera tjóðarparkini. Hann var lítið meira enn ársgamal tá fólkamorðini hendu, og har bæði foreldrini lótu lív.

Í videobrotinum omanfyri fortelur hann um sítt lív.

Sí eisini VP Video: Við tannlæknunum í Ruanda

Les eisini VP tema um Ruanda

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo