Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Innlendis ítróttur

Hans Kristian Simonsen, Sjúrður Thorsteinsson og Helgi Dam Ziska

Talvsambandið: Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Kýpros í áttanda umfari í kappingini fyri smátjóðir í talvi í San Marino. Sigurin ber í sær, at Føroyar at kalla hava tryggjað sær triðjaplássið í kappingini.

Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu, John Rødgaard telvaði remis, og Sjúrður Thorsteinsson tapti. Helgi vann á 1. borði í stórum stíli við flottari mátkombinasjón.

Kýpros var eitt av liðunum, sum kundi hótta triðjaplássið hjá Føroyum.

Støðan fyri seinasta umfar:
1. Andorra 16 stig
2. Monako 14
3. Føroyar 12
4. Luksemburg 9
5. Kýpros 8
6. Malta 8
7. Liktinstein 5
8. Jersey 4
9. Guernsey 2
10. San Marino 2

Í seinasta umfari í morgin telva Føroyar móti Guernsey. Dysturin byrjar klokkan 13 føroyska tíð.

Helgi snarmeistari
Í gjárkvøldið var snarkappingin fyri einstaklingar á skránni. Her stóðu føroyingar seg heilt væl. Helgi Dam Ziska var suverenur og vann við 7 stigum av átta møguligum.

Men ikki minni sannførandi var góða úrslitið hjá 13 ára gamla Luitjen Akselson Apol. Hann endaði nummar 4 í kappingini millum teir 33 telvararnar við fimm stigum. Sjúrður Thorsteinsson var nummar 6, John Rødgaard nummar 10 og Hans Kristian Simonsen nummar 11.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo