Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Vinna

Longu eftir fyrsta roknskaparár, sum var 2017, hevði ferðaskrivstovan WeTravel mist allan eginpeningin.

Úrslitið var 180.000 krónur í undirskoti, og tá innskotspeningurin bara var 50.000 krónur, so var eginpeningurin minus 130.000 krónur tá farið var undir árið í fjør.

Tað er greitt, at talan var um eitt lítið og veikt felag við lítlum fíggjarligum rásarúmi. Millum annað vórðu ongar lønir goldnar út fyrsta roknskaparárið, og felagið átti bara 4.000 krónur á bók tá árið var liðugt.

Ongin roknskapur er latin inn fyri 2018.

WeTravel boðaði í gjár í einum skrivi, sum helst var sent kreditorunum, frá, at hon gavst við virkseminum. Síðani hava søgur verið í miðlunum um óhepnu avleiðingarnar fyri fólk, sum hava keypt ferðir frá teimum - ferðir, sum nú verða ávirkaðar ella heilt mugu avlýsast, tí pengarnir eru goldnir fyritøkuni, sum er farin á heysin, og harvið eru mistir.

Les eisini: Skúlaflokkur í Klaksvík mist um 250.000 krónur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo