Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Nú fólkaatkvøðan 14. september 1946 verður umrødd, er tað ein gløggur eygleiðari, sum førir fram, at Wikipedia hevur eitt yvirlit yvir úrslitið av fólkaatkvøðuni.

Verður hugt eftir tí, sæst beinanvegin, at tað einasta rætta í hesum yvirliti er talið av veljarum, sum valrætt høvdu 14. september, nevniliga 17.216. Øll hini tølini eru úrslitini, sum vórðu lisin upp í sendingini sum varð útvarpað av telegrafstøðini í Havn á langubylgju um kvøldið 14. september og út á náttina. Hesi tøl eru tí bráðfeingistøl, sum vóru á einari leið, men ikki heilt røtt.

Røttu tølini komu ikki fyrr enn atkvøðuseðlarnir vóru fluttir úr valstøðunum til valnevndirnar í hvørjum valdømi sær. Har vórðu seðlarnir fyri hvørja bygd sær viðgjørdir av nýggjum, og støða var tikin til øll ivamál. Hesi úrslit vórðu fráboðaði løgtinginum, og kunngjørd løgtingslimunum 23. september 1946 og prentaði í løgtingstíðindum fyri 1946. Rætta úrslitið er tí einki dulsmál.

Tað løgtingið fekk at vita 23. september 1946, og sum Wikipedia ikki enn hevur funnið útav, var at atkvøðurnar vóru hesar:

Stjórnaruppskotið 5.499

Loysing 5.660

Ógildigar atkvøður 481

10. mai 1946 hevði løgtingið samtykt: “Atkvøðugreiðslan fer fram á tann hátt, at hann, ið atkvøður fyri einum punkti, setir kross við hetta. Atkvøðuseðilin er ógyldugur, tá ið ikki við vissu kann verða avgjørt, hvat punkt veljarin hevur viljað givið sína atkvøðu, ella tá ið skrivað er annað á atkvøðuseðilin enn ein krossur.”

Á fundi í landsnevndini 19. juni 1946, har Thorstein Petersen var formaður og hinir limirnir vóru Poul Petersen, Rikard Long, Kristian Djurhuus, Trygve Samuelsen, Petur Mohr Dam og Jóhan Petur Davidsen, varð samtykt, at henda áseting skuldi sendast í brævi til hvønn einasta veljara.

Tá úrslitið lá fyri, vóru tí øll greið yvir, at stjórnaruppskotið um innliming okkara í Danmarkar ríki var fallið, tí 5.660 er 161 meir enn 5.499.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo