Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

VisitKalsoy á Facebook: Johannus Kallsgarð, sum hevur Kallin um hendi, ynskir at fara undir at gera eina ordiliga gongugøtu frá Trøllanesi út á Kallin. Í fyrsta umfari eina leið frá bygdini og niðaná slætt og so leiðina inn í Borgardal yvir til vitan.

Uttan mun til hvat, so má hetta gerast. Núverandi gongd frá bygdini út á vitan slítur ov nógv. Við verðandi vitjanum eigur ein skjótt at steingja hagapartin av fyri ferðandi í styttri og longri tíðarskeið – og tað verður neyvan góðtikið ella virt í longdini.

Bara í ár eru 3 ferðandi gliðin og hava brotið beinið, so ein gøta fer eisini at gera tað tryggari at ganga – og skjótari at føra ein skaddan til viðgerð. Nú má tyrlan avstað hvørja ferð.

Gøtan skal verða nóg breið, at ein 4 hjólað súkklu skal kunna koyra her. Men tað verða ikki aðrar súklur enn bóndans súkla, sum fær loyvi at koyra her.

Undirlagið til gøtuna skal gerast ordiliga við at grava niður á fast og so fylla grót í og eyr omanyvir. Møguliga skal okkurt slitsterkt gittar leggjast omaná gøtuna, so gras kann veksa uppímillum. Tað er ynskiligt, at gøtan skal verða so lítið sjónlig sum til ber.

Møguliga skal fyrri teinurin heldur verða frá svinginum uppi í dalinum enn niðri frá bygdini fyri at verja bygdina eitt sindur fyri tí vaksandi streyminum av ferðafólki.

Umleið fjórðingurin av hagapartinum er privat ogn, meðan Føroya Jarðargrunnur eigur rest.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo