Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Krutl

Mireille Knoll slapp til rýmingar undan nazisatunum í París í 1942, men fríggjadagin var hon dripin við knívi í síni egnu íbúð. Løgreglan sigur talan er um haturskriminalitet.

85 ára gamla Mireille Knoll var funnin í íbúðini av sløkkilismonnum sum vóru komnir at sløkkja eldin. Knoll var deyð, tá ið hon var funnin og obduksjónin vísti at hon var stungin ellivu ferðir, áðrenn eldur var settur á íbúðina.

Í dag upplýsti so løgreglan at talan er um eina antisemittiska handling.

Norska TV 2 skrivar at Knoll kláraði sum ung at flýggja úr París, tá ið 13.000 jødar vóru tiknir og sendir til tíningarlegur hjá nazistunum í 1942. Eftir kríggið kom hon aftur til París og gifti seg við einum jødiskum manni sum eisini hevði yvirlivað Holocaust. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo