Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Bólkur 4T,  trolbátar, ynskja at sleppa úr fiskivinnuni.

Bólkur 4T, sum umfatar smáu trolararnar, setir við hesum fram ynski um at sleppa úr fiskivinnuni.

Orsøkin er yvirskipaði leisturin sum samgongan ætlar at skipa fiskiskapin undir Føroyum eftir.

Felagið trolbátar metir at fiskivinnan ikki longur er ein vinna fyri fiskimannin, men ein vinna fyri búskaparfrøðingar og aðrar at gera modellir til, sum bólkur 4T als ikki longur kann sameina seg við, sum eina leið hjá høvðusvinnuni at fara.

Vit hava víst á at bólkurin sjálvur hevur staðið fyri einari skynsamari samanleggjing av loyvum og døgum, og hevur henda ætlan ført til at bert 6 fullriknir bátar eru eftir, og 3 liggja.

Til sammetingar kann sigast at fyri 10 árum síðani vóru 17 fullriknir bátar. Hóast hesar samanleggingar, heldur landsstýrið áfram við ógrundaðum skerjingum og avmarkingum.

Reiðaríðini aftan fyri skipini hava við góðum treysti og árræði altíð havt sum aðalmál at svara hvørjum sítt og sæð fiskarí sum ein spennandi og eggjandi vinnuveg, men tað gerst alsamt greiðari og greiðari at hetta ikki verður møguligt í framtíðini.

Heilt ítøkiliga skýtur felagið upp at landi keypur øll rættindini hjá reiðaríðunum fyri 50 mill.

Hesar 50 mill. er samlaða skuldin hjá avvarandi trolbátum, sum er stovnað undir verandi skipan.

Tinglimir eru vælkomnir at seta seg í samband við felagið trolbátar, um spurningar og útgreiningar av uppskotinum.

Skipini aftanfyri uppskoti eru:

Birtingur, Búgvin, Dragasund, Fiskaklettur, Hansa Maria, Jens Leon, Olga Maria og Skálafossur.

Felagið Trolbátar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo