Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Lesarin skrivar

Nevndin í Heilafelagnum hevur á nevndarfundi í dag skipað seg og hevur hesa inniligu áheitan á Føroya løgting.

Heilafelagið heitir inniliga á politisku skipanina um at tryggja okkum, at `lógin um vælferð´ kemur til viðgerðar í tinginum áðrenn tingið verður sent heim í summarfrí.

At tingfólk hava tørv á summarfrí, skilja vit, men vit átala at hetta kemur at ávirka lívsneyðuga tørvin hjá fólki við seinheilaskaða at fáa bráneyðuga endur-, viðlíkahalds- og taluviðgerð.

Hesin tørvur er bráneyðugur og avhongur heilsan hjá mongum føroyingum av at politiska skipanin tekur hetta í álvara.

Nevndin

Nevndin hevur skipað seg við Maud Wang Hansen sum forkvinnu, Maria Samson Christensen er næstforkvinna, Estur Lognberg er kassameistari, Hjalti Skaalum er skrivari. Emil Michelsen og Jógvan Telling eru nevndarlimir. Sunneva Davidsen og Tove Johansen eru tiltakslimir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo