Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Heilafelagið heitir á samráðingarpartarnar um, at fara aftur til samráðingarborðið beinanvegin.

Íkomna støðan kann fáa lívshættisligar avleiðingar fyri fólk, ið hava tørv á akuttari viðgerð í samband við blóðtøpp ella bløðing í heilanum, ella vegna heilatraumi av einum hvørjum slag.

Tað er ein sannroynd, at 130 fólk í Føroyum árliga verða rakt og hvør minuttur telur, fyri at bjarga lívi og førleikum.

Ótryggleikin er stórur fyri tey, ið vera rakt og teirra avvarðandi og skapar eitt verkfall óneyðugan ótrygleika og ótta.

Tí vóna vit, at partarnir finna eina skjóta loysn á samráðingartrætuni.

Nevndin í Heilafelagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo