Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Lesarin skrivar

Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Yrkisfelagið Miðnám átala framferðina hjá Edvardi Heen, stjóra í Almannaverkinum.

Hetta tí stjórin í Almannaverkinum í miðlunum hevur borið fram, at Almannaverkið umhugsar at revsa starvsfólk, sum liður í verkfallinum hjá Pedagogfelagnum, hava niðurlagt arbeiðið.

Slíkar hóttanir kunnu als ikki góðtakast, og eru eitt ódámligt álop á alla fakfelagsrørsluna. Rætturin at skipa seg í fakfelag er tryggjaður í Grundlógini, og Fasti Gerðarrætturin hevur staðfest, at verkfallið hjá Pedagogfelagnum er heimilað.

Feløgini vilja í hesum sambandi heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, um at taka neyðug stig til tess at tryggja at slíkar hóttanir verða átalaðar og tiknar aftur.    
 
Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Yrkisfelagið Miðnám

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo