Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Minningarorð

Eftir drúgva sjúkralegu legði Zacharias Zachariasen, bóndi í Uttarstovu, eyguni saman á seinasta sinni hósdagin 21. juli.

Zacharias var sonur Onnu Lenu ættað úr Klaksvík og Sámal Jákup, bónda í Uttarstovu. Uppkallaður var hann eftir abbanum, gamla Zacharisi, sum var tiltikin fyri so mangar dygdir, og sum Kristian Osvald Viderø hevur gjørt ódeyðiligan í síni ”Saga Norðuroya”. Tað er týðiligt, at prestur helt nógv av hesum gamla lívsvísa manni.

Zacharias var borin í heim 26. februar í 1940. Hetta var í mangar mátar ein vánd tíð: Tað stundaði til kríggj, og brátt merkti hetta gerandisdagin eisini á útoyggj í Føroyum. Óttin var fastur fylgisveinur: menn sigldu vandasigling, og tá ið hann lotaði lágt, var so stórur minuvandi á Hattarvík, at menn bygdu hús at vera í inni á Fløtum, so sigast kann, at fólk vóru flóttafólk í síni egnu bygd.

Nógv var fólkið heima hesa tíðina, og sagt verður, at einaferð búðu 98 fólk í Hattarvík, og skúlabørnini vóru 29 í tali.

Fjøran, áirnar, fløturnar, urðarnar vóru ófør spælipláss, og hetta var undan teirri tíð, tá ið børn vórðu sett í tjóður bæði so og so. Sum Zacharias plagdi at taka til: ”Høvdu tey vaksnu vitað, hvagar ið vit hættaðu okkum, og hvat ið vit funnu uppá, so høvdu tey alla orsøk at øtast!”

Tá ið barnaárini vóru runnin, fór Zacharias – við rokaðum leypi av andans og handans førningi – til skips við kenda skiparanum Palla hjá Marionnu, sum gjørdist honum ein fyrimynd. Hann var bæði við ”Klakki” og ”Jákupi B”, og fór so 23 ára gamal upp á skúla suðuri í Havn og tók skiparaprógv. Tað mundi vera um hetta mundið, at hann hitti Emmu Sigvaldsdóttur Jacobsen av Morskranesi. Brúdleypið stóð í Hattarvík og verður skaldsliga lýst í innganginum í brotinum, har Viderø lýsir søgu Hattarvíkar.

Fýra synir fingu Emma og Zacharias, og tað hevur glett tey nógv, at allir eru komnir væl fyri og klára seg væl.

Eftir lokið skiparaprógv fór Zacharias at drifta 40-tonsaran ”Hvíthamar”. Tað gjørdi hann í tíggju ár, keypti so bátin og róði út við honum í tíggju ár aftrat. Tá var komið at teirri tíð, at pápi hansara hevði hug at leggja festið frá sær. Zacharias og Emma høvdu bygt sær hús á Bumshamri í Klaksvík, hann átti bát, og tað gekst væl. Men eg giti mær til, at teir, ið undan fóru, hava teskað honum okkurt í oyrað. Í heimildarfilminum ”BURTURHUGI” orðaði hann tað soleiðis:

”Eg var borin til hetta festið. Tók eg tað ikki, so skuffaði eg mammu og pápa, sum høvdu væntað tað av mær”

”Soleiðis koyrdi tað innan í mær!” segði Zacharias á sín eyðkenda hátt. Og hann skifti kós, seldi bátin og tók við festinum í Uttarstovu. Tí treivst hann væl við, og tá ið tú sást hann í bønum, á fjalli, á rættini ella í kjallaranum, tá ið flett varð, sást tú ein mann, sum bar áleiðis vitan og royndir, ið vunnar vóru í einum bygdarsamfelagi, sum óbrotið hevur livað og virkað í túsund ár á sama staði.

Aðrar dygdir hevði Zacharias nógvar:

Hann var sum allir uttarstovumenninir ótrúliga hegnigur og loysti allar verkligar trupulleikar, ið hugsast kunnu. Hann dugdi væl at skipa fyri: altíð hevði hann  teir yngru við – eisini aðrar enn sínar egnu synir – tá ið farið varð á flot, tá ið róð varð til Urðar, tá ið havhestur skuldi takast, og tá ið heystsins skurður kom til garðs.

Oyggjafólkið valdi hann til bygdarráðsformann tvey valskeið á rað. Og hann royndist væl.

Zacharias var sjáldsama orðhagur maður: orðkringur sum fáur. Onkur helt hann kanska onkuntíð vera í so fortan, tá ið hann hvatliga gjørdi viðmerkingar til dagsins mál, men brosið leikaði altíð í eygnakrókunum.

Vit fýra, Emma og Zacharias, Marianna og eg áttu so mangar hugnaligar løtur saman í Uttarstovu og á Flatabeiti. Tá sannaðist, at ”maður er mans gaman”.

Góða Emma! Vit vátta tær og tínum inniliga samkenslu og takka tær fyri títt tróttuga stríð – so væl tú studdi og styðjaði mannin hesi seinastu árini, hann var óhjálpin vegna sjúku.

Í bókini hjá Viderø, sum umrødd er í hesum stubba, verður sagt frá jarðarferðini hjá gamla Zakarisi fyri mongum árum síðani:

”Fáar dagar áður hann sloknaði, hevði hann sagt: ”Nú skal eg út av eggini. Hetta sigið verður meir enn hundrað og fimmti fadmar, hæsta sig í Fugloy, men dyggur er hann, ið situr við.”

Hesa kjølfestu bar Zacharias, mín góði vinur, við sær. Hann legði seg tryggan í Harrans hendur, og vit lýsa frið yvir minnið um ein heiðursmann.

Árni Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo