Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Dýrasti leikari í heiminum, Pogba, eigur Premier League-met í at raka steingina, og tað gjørdi hann aftur í kvøld í dystinum móti Everton.

Heimadystirnir hjá United eru ein marra, tí tað er næstan ógjørligt hjá liðnum at fáa mál á Old Trafford.

Í kvøld fekk Zlatan bóltin tvær ferðir í netið, men fyrru ferðina var málið ikki dømt, og seinnu ferðina, í yvirtíðini, setti hann eitt brotsspark trygt í netið, til endaligu støðuna 1-1.

Higartil í sesongini hevur United mist 21 stig á heimavølli, til dømis við tapinum móti Manchester City umframt teir níggju dystirnar sum endaðu við javnleiki.

Og í dystinum í kvøld var Manchester United tætt við at tapa sín fyrsta dyst síðani 23. oktober.

Manningin hjá José Mourinho hevur vunnið 10 og leikt 10 javnleikir eftir 4-0-tapið móti Chelsea í London. Manchester United liggur enn fýra stig aftanfyri Manchester City á tí seinasta Champions League-plássinum, sambært VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo