Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Tað sá út til at fara og gerast eykaumfør, men við síni 26. skoring hesa sesongina tryggjaði Zlatan Ibrahimovic Manchester United-sigur í ligacupfinaluni.

Hann var sagdur at vera ov gamal og ov seinur, men alla tíðina hevur Zlatan samanborið seg við vín, tað gerst bara betri og betri við árunum, og rætt hevur Zlatan.

Í dag vísti hann, at hann er ein ótrúligur fótbóltsleikari og skoraði tvey mál í finaluni í dag.

- Tað er hetta eg kom til. Eg kom fyri at vinna og nú geri eg tað, segði Ibrahimovic við Sky Sports.

Men Southampton spældi væl betri enn Manchester United.

Dysturin endaði 3-2 til Manchester United og gjørdist ein sera spennandi og málrík finala til seinasta sekund.

Tað skal so eisini sigast at Southampton fekk eitt mál annulerað tíðliga í dystinum, og tað var ein skeiv annulering.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo