Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

- My last game tomorrow at Parc des Princes. I came like a king, left like a legend, skrivar Zlatan á síni Facebook síðu.

Sostatt verður dysturin móti Nantes í morgin tann seinasti í PSG-troyggju hjá Zlatan.

Zlatan Ibrahimovic kom til PSG í 2012 og gjørdist skjótt mest týðandi leikari hjá felagnum. Hann hevur ført PSG til fýra ligatitlar og hevur vunnið heiður sum ársins leikari tríggjar ferðir.

Í dystinum hjá PSG móti Bordeaux mikudagin skoraði hann mál nummar 300 í síni karrieru, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo