Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Í einari samrøðu við Canal + finst svenski framherjin Zlatan Ibrahimovic hvassliga at svenskum miðlum fyri at fara øðrvísi við sær, av tí at hann er av einum øðrum etniskum uppruna.

Hetta skrivar Aftonbladet.

- Tað snýr seg um rasismu. Eg sigi ikki, tað er rasisma, men tað finst ein sonevnd "undercover" rasisma. Tað eri eg 100% vísur í. Tí eg eiti ikki Andersson ella Svensson. Um eg æt tað, høvdu miðlarnir vart meg, um eg so rændi ein banka. Tað lovi eg.

- Men teir verja meg ikki, so sum teir burdu gjørt.  Eg eri helst tann besti spælarin nakrantíð í Svøríki. Tað, sum eg havi gjørt, hevur eingin annar gjørt. Tann næstbesti hevur vunnið tveir gullbóltar, meðan eg havi vunnið ellivu, sigur Zlatan millum annað í samrøðuni.

Zlatan spælir í løtuni fyri Manchester United í ensku Premier League. Hann hevur ein bosniskan pápa og eina kroatiska mammu.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo