Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

Trý mál av Zlatan Ibrahimovic gjørdu at St. Etienne fær tað trupult at koma víðari í Europaligaini.

Paul Scholes heldur at Manchester United vinnur alla kappingina.

– Síðani Manchester United ikki hevur tryggjað sær eitt 4. pláss hesa sesongina, so verður Europaligain sera týðandi, tí tað er ein annar vegur til Champions League, sigur Scholes við The Daily Mail.

– Tað eru fleiri góð lið eftir, men soleiðis sum manningin hjá Manchester United spælur í løtuni, eru teir favorittar til at vinna alla kappingina, sigur Scholes.

José Mourinho gjørdi tvær broytingar frá liðnum sum vann Watford.

Sergio Romero og Marouane Fellaini komu inn fyri David De Gea og ein sjúkan Henrikh Mkhitaryan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo