Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað ljóðar kanska sum søtur tónleikur í oyrunum á summum, ”jú, sjálvandi skal alt um føroyskan bryggjukant, tí tá fáa vit sum mest burturúr…..”

Lat okkum taka eitt dømi:

Vit sigla við einum svartakjaftaskipi og fiska vestanfyri Írland hesa tíðina á árinum og tað gera sum kunnugt fleiri onnur føroysk skipið eisini.

Øll skipini fara mest sum avstað ísenn og øll skulu landa fiskin ísenn. Tvs, at tað verður lang bíðirøð, til at sleppa framat at landa.

Prísurin hjá Havsbrún er 1,80 kr/kg og kemur aðrastaðni heilt uppí 2,35 kr/kg!

Skulu vit rokna leysliga uppá tað.

Hava vit eina last uppá ca. 2000 t av svartkjafti, og landa til Havsbrún, tá missa vit munin 0,55 oyru/kg fyri lastina.

Tilsamans 1.100.000 kr!

Vit sigla heim av svartkjaftafeltinum nú og koma at liggja í tveir dagar, áðrenn vit sleppa framat at landa.

Tvs, at vit ikki bara missa 1.100.000kr., men vit missa eisini fleiri dagar við sigling og dagar til fiskiskap.

Ein annar pástandur er, at so fer Havsbrún ikki at fáa nakran svartkjaft, um føroysku skipini við lóg, ikki skulu landa um føroyskan bryggjukant.

Tað passar heldur ikki.

Sum nú er liggja fleiri skip og bíða eftir landingartørni til Havsbrún, tvs. Havsbrún eigur longu fiskin og teir hava so slett onga grund at koyra prísin upp, tað vildi verið idioti.

Vit hava sæð til dømis í fjør, tá svartkjafturin var leysgivin, tá noyddist Havsbrún at koyra prísin upp og vit fingu ein prís svarandi til marknaðarprís.

Tey føroysku skipini vilja óansæð altíð koma heim til Føroya, grunda á viðlíkahald, fiskiútgerð, manningarskiftið o.a.

Vit vilja bara ikki verða snýttir óvanliga nógv, tá vit koma til Føroya at landa.

Vit meta, at tað einasta rætta er, at leysgeva svartkjaftin, so tað verður ein fríur marknaður, har øll kunnu bjóða frítt uppá fiskin og rættvísur prísur verður latin.

Tað hevði gagnað okkum øllum og Føroya landi.

Vónandi vaknar onkur av hesum, tí hettar gevur slett, slett ongan meining.

Føgur orð sum, at vit skulu fáa sum mest burturúr hvørjum kilo av fiskinum og fiska burðardygt, eru bara orð sum eru slongd út í tóman heim.

Við bestu kvøðu
Frá svartkjafta feltinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo