Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur:  07 Vestur hevur tryggjað sær toppskjúttan hjá Vard Haugesund, 24-ára gamla Erling Myklebust, sum kemur til landið í vikuni úr Noreg.

Erling Myklebust hevur verið í Vard Haugesund í 2. deild í Noreg síðan í 2016. Har hevur hann seinastu tvey árini, í 45 dystir, skotið heili 36 mál. Áðrenn Erling skifti til Vard, royndi hann seg í 2 ár í FK Haugesund í bestu deildini, tá bert 18 ára gamal.

Erling er ein hart arbeiðandi, stórur og skjótur álopsleikari, sum trívist best frammanfyri málinum - sum 9-ari, sum tað ofta verður rópt, men kann annars spæla á øllum framrættaðum plássum.

Erling kemur til landið í vikuni og verður í hópinum eftir sóttarhaldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo