Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: 07 Vestur hevur júst gjørt sáttmála við Sonny Jakobsen, sum flytir til 07 Vestur úr Thisted í Nordic Bet-deildini í Danmark.

27-ára gamli danin hevur verið ein av mest skorandu leikarunum 2. og 3. bestu deildini Danmark seinastu árini, skrivar 07 Vestur.

"Eg gleði meg at royna meg í Føroyum, og ynski at vera við til at lyfta 07 Vestur úr botninum og upp um niðurflytingarstrikuna", sigur Sonny, sum komandi dagarnar flytir til Føroyar og skal byrja at venja við hópinum hjá 07 Vestur.

Sonny Jakobsen gjørdi veruliga um seg í 3. bestu donsku deildini kappingarárið 2016/17, tá Thisted vunnu uppflyting í Nordic Bet-deildina. Í 30 dystir skoraði hann heili 24 mál og bleiv toppskjútti í deildini. Seinasta kappingarár, eftir uppflytingina, hevur hann spælt 31 dystir og skotið 10 mál.

Nevndin hjá 07 Vestur hevur sostatt fingið munagóðan styrk eftir at Gilli Samuelsen og Jón Krosslá Poulsen eru steðgaðir í felagnum. Afturat er eisini miðvallarin Charlie Machell úr Onglandi komin. Hann avloysir Nikola Krcmarevic, sum er farin av landinum aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo