Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Í dag hevur 07 Vestur styrkt seg við Kyrylo Silich, sum er framrættaður leikari úr Ukraina.

27-ára gamli Kira, sum hann verður róptur, kemur til 07 Vestur úr Jonava, í bestu deildini í Litava.

Kira er uppvaksin í ungdómsdeildunum hjá Odessa í Ukreina. Hann er vinstrabeintur framrættaður miðvallari, sum eisini kann spæla í álopinum.

Seinastu árini hevur hann spæla í fremstu røð í Estlandi, Letlandi og Litava, haðani hann kemur nú. Áðrenn tað, hevur hann spælt í heimligu kappingini. Í Letlandi hevur hann vunnið steypakappingina. Við Sillamäe úr Estlandi, hevur hann eisini spælt í Europa League.

Kyrylo Silich verður roknaður sum góður styrkur hjá 07 Vestur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo