Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

f.v.: Ragnar Weihe (sum tók móti heiðrinum fyri abba sín, Magna Thomassen, sum hevði forfall), Steinbjørn Hansen, Jóhan F. Magnussen

f.v.: Ragnar Weihe (sum tók móti heiðrinum fyri abba sín, Magna Thomassen, sum hevði forfall), Steinbjørn Hansen, Jóhan F. Magnussen

f.v.: Ragnar Weihe (sum tók móti heiðrinum fyri abba sín, Magna Thomassen, sum hevði forfall), Steinbjørn Hansen, Jóhan F. Magnussen

07 Vestur: Á sjálvum 10-ára føðingardegi felagsins útnevndi formaðurin, Jim Sonni Guttesen, tríggjar teir fyrstu heiðurslimirnar í 07 Vestur: Steinbjørn Hansen, Jóhan F. Magnussen og Magna Thomassen.

Tað varð fyri drúgvan og dyggan stuðul síðan stovnanina og eisini í tilgongdini, sum at enda føddi 07 Vestur, at nevndin hevði avgjørt at teir tríggir skuldu fáa heiðurin av verða útnevndir heiðurslimir.

Allir hava eisini verið stuðlar undir fótbóltsarbeiðinum í heimbygdunum langt undan at felagsarbeiði í FS Vágum slóðaði fyri 07 Vestur.

Seinnu árini hava Steinbjørn úr Sørvági, Jóhan úr Miðvági og Magni úr Sandavági, serliga víst sín stuðul ígjøgnum vitjanir á Dungasandi og Valloyruni til heimadystir og nærum hvørja ferð til útidystir eisini.

Eina stóra takk skulu tit tríggir hava og vit fáa heilt víst nógvar góðar løtur saman framyvir.

(Vegna forfall tók abbasonur Magna, Ragnar Weihe, móti heiðursbrævinum)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo