Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

RFF: Myrka tíðin er nú komin, og stundir eru at finna fram endurskinini. Á hvørjum heysti lata Tryggingarfelagið Føroyar og Ráðið fyri Ferðslutrygd øllum børnum, sum eru byrjað í skúla, ein endurskinsvest. Í ár hava børnini harumframt á fyrsta sinni fingið taskuendurskin, sum er til at smoyggja upp á skúlataskuna. Soleiðis gerast tey sjónligari í myrkri.

Í morgun vitjaði Ferðslutrygd 1. flokk í Vestmanna skúla, tá tey fingu endurskinsvestarnar. Børnini vóru røsk at greiða frá, hvørjar tankar tey hava um ferðslu, og hvørjum ansast skal eftir. Í Vestmanna skúla verður skipað fyri endurskinskapping millum næmingarnar um vetrarnar, sum hevur við sær, at næmingarnir eru tilvitaðir um endurskin.

Endurskin síggjast 140 metur burturfrá
Ofta halda fólk, at síggja tey bilin, sær bilførarin tey. Í myrkri er tó nærum ógjørligt hjá bilførarum at síggja fólk til gongu uttan endurskin. Ferðslutrygd fær afturvendandi áheitanir frá bilførarum, sum vísa á, at alt ov mong fólk til gongu eru trupul at síggja í myrkri, tí tey eru uttan endurskin.

Uttan endurskin eru fólk nústani sjónlig, tá bilurin er 25-30 metur burturfrá, meðan tey við endurskini eru sjónlig 140 metur burturfrá, og hetta er, tá bilurin brúkar nærljós. Koyrir bilurin 50 km/t, hevur bilførarin 10 sekund at taka hædd fyri fólki í endurskini, meðan hann hevur 2 sekund, um fólk ikki eru í endurskini – og tað kann vera munurin millum lív og deyða.

Norsk kanning vísir, at tú minkar vandan fyri at verða árend/ur í myrkri við 85%, um tú brúkar endurskin.

Les meira um endurskin á rff.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo